FM í estetiskum fimleiki Stóra hæddarpunktið í estetiskum fimleiki verður mánadagin 21.mai 2018 í høllini á Hálsi. Undankappingin verður leygardagin 19.mai kl.13.30. Úrslitni frá báðum kappingum verður lagt saman. 19 lið frá Fimleikafelaginum Ljósið, Fimleikafelaginum Støkk og Havnar Fimleikafelag luttaka hjá pinkum, smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Tað verða 12 dómarar, har 7 eru frá útlondum og 2 hjálpar dómarar. Kappingin byrjar kl 14.00 og KVF sendir beinleiðis við viðmerkjara. Kostnaður 100 kr fyri vaksin og 20 kr fyri børn. Tikið verður ímóti korti. |
Tíðindir >