Tíðindi‎ > ‎

FM í Estetiskum fimleiki 30. og 31. mai í ítróttarhøllini á Hálsi, Tórshavn.

indsendt 27. maj 2015 16.48 af Ukendt bruger
Leygardagin 30. mai verður FM-undankapping í estetiskum fimleiki í Ítróttarhøllini á Hálsi.

Kl. 12. byrjar kappingin, tá kappast pinkur og smágentur, kl. 14.15 kappast gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.

Til undankappingina verða tað 23 lið, sum kappast, um at koma víðari til FM – finaluna, feløgini sum luttaka eru Flog, HF, Ljósið og Støkk.

4 tey bestu liðini úr hvørjum bólkið koma víðari til FM-finaluna sum verður sunnudagin 31. mai kl. 14 í ítróttarhøllini á Hálsi.

 

Stiðini frá innleiðandi kappingini fylgja við til FM, og út frá samanlagda úrtslitinum verður FM vinnarin funnin.

Øll FM finalan verður sjónvarpa beinleiðis av KVF.

Føroya Fimleikasamband ynskir øllum góða eydnu

Kostnaður fyri vaksin 100 kr. og børn (2-17 ár) 20 kr.

 

Comments