Tíðindi‎ > ‎

FM og B-kapping í estetiskum fimleiki leygardagin.

indsendt 26. apr. 2013 05.56 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 26. apr. 2013 07.29 ]
 
Í høllini á Hálsi kl. 12.00 byrjar B-kappingin, 11 lið luttaka við pinkum, smágentum og gentum, tað er bert 1 kvinnuunglingalið til B-kappingina, og tær luttaka tí í FM, kappingin endar við heiðurmerkjahandan.  Til FM luttaka 6 lið við pinkum og smágentum, byrja verður kl. 15.00, kappingin endar við steypa- og heiðursmerkjahandan. Liðini eru frá Havnar Fimleikafelag, Ljósinum, Støkk og Flog. Til kappingarnar verða 12 dómarar. Kostnaðurin fyri B ella FM kappingarnar: vaksin 100 kr. og børn (7-14 ár) 20 kr. til báðar, vaksin 150 kr. og børn 40 kr. Møti fjølment :o)
 
 
 
 
 
Comments