Tíðindi‎ > ‎

FM og B-kappingin 28/4

indsendt 29. apr. 2012 14.37 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 29. apr. 2012 14.39 ]
Endabresturin fyri pinkur og smágentur í A og B liðunum í gjár gekk væl. Byrjað var við B-kappingini, har Støkk vann hjá pinkum við 10,68 á HF við 9,35, sostatt kom Støkk pinkur við í FM kappingina. Hjá smágentunum vann HF við 12,15 á Støkk við 11,68 við harðari kapping frá Flog við 11,52, Flog 2 fekk 9.60. Hjá gentunum vann HF við 14.30 og Støkk og Flog vóru jøvn við 13,37. Í FM kappingin hjá pinkum gjørdist HF nr. 1 við 14,38 eisini í tættari kapping við Støkk við 14,25, Ljósið bleiv nr. 3 við 13,30 og vinnararnir av B-kappingini Støkk B bleiv nr. 4 við 10,77. Hjá smágentunum var aftur HF nr. 1 við 14,68 og aftur við kapping frá Støkk við 14,13 Ljósið bleiv nr. 3 við 12,52 og HF b nr. 4 við 11,83.    
Comments