Tíðindi‎ > ‎

Føroyameistarakappingar í estetiskum fimleiki 2016

indsendt 10. maj 2016 14.51 af Elin Heðinsdóttir Joensen


Um Hvítusunnuna skipar Føroya Fimleikasamband fyri undankapping og Føroyameistarakapping í estetiskum fimleiki í Ítróttar- og samkomuhøllini á Hálsi í Havn.

Undankappingin verður leygardagin kl. 14.00

20 lið hava meldað til kappingina, við pinkum, smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

Hesi eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk.

Eftir kappingina kvalifisera 4 tey bestu liðini í hvørjum bólki seg víðari til Føroyameistarakappingina, sum verður 2. Hvítusunnudag kl. 14.00

Kappingarnar enda hvør sær við heiðursmerkja- og steypahandan.

9 dómarar verða til kappingarnar, har ímillum ein úr útlandinum.

Føroya Fimleikasamband leggur stóran dent á, at tað aftur í ár skal bera til, at fimleikurin kann koma inn í hvørt húskið i Føroyum, og hevur gjørt avtalu við Kringvarp Føroya, sum kemur at senda føroyameistarakappingina beinleiðis-

Comments