Føroyar eru vertir fyri Northen European Championship 2017 (NEC). Hetta er fyrstu ferð at kappingin verður í Føroyum. Kappingin verður 21. og 22. okt. í høllini á Hálsi, og nú verður gjørt klárt við at flyta øll amboð í høllina. 10 lond luttaka: Ísland, Skotland, Wales, Norra, Svøríki, Danmark, Finland, Írland og Føroyar. leygardagin 21.okt er liðkapping og sunnudagin 22.okt eru finalurnar í hvørjum einstakum amboði. KVF sendir beinleiðis frá finalunum sunnudagin. Atgongumerkir verða til sølu á www.atgongumerki.fo Vit ynskja okkara íðkarum góða eydnu til hesa spennandi kappingina. og vóna, at nógv koma at stuðla teimum. |
Tíðindir >