Sunnudagin 26. januar kl. 13 verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Hálsi í Tórshavn. 26 lið hava meldað til luttøku. Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur kvinnuunglingar og kvinnur. Feløgini sum hava melda til eru: Flog 3 lið, Støkk 7 lið, Ljósið 6 lið og Havnar Fimleikafelag 10 lið. Kappingin byrjar kl. 13 við teimum yngru tvs. pinkum og smágentum, so verður heiðursmerkja handan og ca. kl.16 heldur kappingin fram við gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Kostnaðurin fyri vaksin er kr. 100,00 og fyri børn kr. 20,00 |
Tíðindir >