Tíðindi‎ > ‎

Fyrra steypakapping í Estetiskum fimleiki

indsendt 28. jan. 2015 13.19 af Ukendt bruger   [ opdateret 28. jan. 2015 13.25 ]

Leygardagin 31. januar verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Kambsdali. 23 lið hava meldað til luttøku. Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Feløgini, sum hava meldað til, eru: Flog 1 lið, Støkk 7 lið, Ljósið 6 lið og Havnar Fimleikafelag 9 lið.

Kappingin byrjar kl. 12 við pinkum og smágentum. Eftir heiðursmerkja handan áleið kl.14.30 heldur kappingin fram við gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

Spennandi verður at síggja, hvat liðini hava at vísa fram. 

Kostnaður fyri vaksin 100 kr. og børn (2 - 17 ár) 20 kr.

Comments