Tíðindi‎ > ‎

Fyrra steypakapping í Estetiskum fimleiki

indsendt 14. jan. 2016 06.45 af Harald Joensen
Leygardagin 16.januar 2016  kl. 14.00 verður fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki í skúlanum á Argjahamri. 20 lið hava meldað til luttøku. Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Feløgini, sum hava meldað til, eru: Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið og Havnar Fimleikafelag.
Kappingin byrjar kl. 14.00 við pinkum og smágentum. Eftir heiðursmerkja handan áleið kl.16.30 heldur kappingin fram við gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Spennandi verður at síggja flottan fimleik.

Kostnaður: vaksin 100 kr og børn 20 kr
Comments