Tíðindi‎ > ‎

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki

indsendt 14. jan. 2017 09.05 af Guðrun Guðjónsson
Leygardagin 28. jan. verður fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini í Runavík.

18 lið við pinkum, smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum hava meldað til
frá Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag.

Kappingin byrjar kl. 13.30 við pinkum og smágentum, síðan verður heiðursmerkjahandan fyri hesar bólkar. Kappingin heldur fram kl. 15 við gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

Kostnaður:
vaksin: 100 kr.
børn undir 14 ár: 20 kr.
Comments