Tíðindi‎ > ‎

Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki

indsendt 20. jan. 2013 14.07 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 1. feb. 2013 09.15 ]
2. februar kl. 13 verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Kambsdali. 24 lið hava meldað luttøku. Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur kvinnuunglingar og kvinnur. Feløgini sum hava melda til eru: Flog 2 lið, Støkk 8 lið, Ljósið 5 lið og Havnar Fimleikafelag 9 lið.
Kappingin byrjar við teimum yngru tvs. pinkum, smágentum og gentum, so verður heiðurmerkja handan og víðari kappast kvinnuunglingar og seinast kvinnur. Kunning er send til feløgini i samband við venjingartíðum o.ø. Kostnaðurin fyri vaksin er kr. 100,00 og fyri børn frá 7-14 kr. 20,00
 
 
Comments