Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki

indsendt 24. jan. 2018 17.24 af Gunn R. Joensen

Um vikuskiftið byrjar fimleikarkappingarárið, tá fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki verður í høllini á Hálsi, sum er útbygd.

 

Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki verður leygardagin frá klokkan 13. 19 lið luttaka frá fimleikafelaginum Ljósið, fimleikafelaginum Støkk og Havnar fimleikafelag. 

 

Pinkur og smágentur kappast klokkan 13.00. Eftir steðgin, áleið klokkan 15.30, kappast gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Kringvarpið stroymar frá kappingini.

 

Estetiskar kappingar:

Fyrra steypakapping          27.januar 2018                   Høllin á Hálsi Tórshavn 

Onnur steypakapping         11.mars 2018                      Í Bylgjuni í Runavík

Undan kapping FM             19.mai 2018                        Høllin á Hálsi Tórshavn

FM Finalan                        21.mai 2018                        Høllin á Hálsi Tórshavn

 

Amboðs kappingar:

Fyrra steypakapping og góðkenningardagur                 3. februar 2018                  Í Fimi i Tórshavn 

Onnur steypakapping og góðkenningardagur               17. februar 2018                Í Bylgjuni í Runavík

FM kapping og góðkenningardagur                              12. og 13.mai 2018            Í Fimi í Tórshavn



Comments