Aftur upplivdu vit at Havnar Fimleikafelag streyk avstað við gullinum, í dag í hesum 3 bólkunum, gentum unglingum og kvinnum.
Kappingin gekk væl, og eitt fragd fyri eyga at síggja so vakran og gjøgnumførdar rørslur.
Liðini blíva betur og betur fyri hvørja kapping, og tað sást eisini í dag. Hjá gentunum var kappingin serliga ímillum HF a og Ljósið, bert 1,0 stig á muni, hjá unglingum var tað serliga HFa og Støkk bert 0,23 stig á muni og so var eisini tætt á teimum báðum kvinnuliðunum HF og Ljósinum 0,8 stig.
VIt vóna at Støkk kemur sterkt aftur við kvinnum komandi ár, vit sakna tær.
Spennandi verður at vita hvussu leikur fer fram í morgin tá ið pinkur og smágentur skulu kappast.
ùrslit:
Gentur:
Flog 10,83
Støkk 12,90
HFa 15.10
HFb 12,96
Ljósið 14.10
Ungl.
Støkk 13,63
HFa 13,80
HFb 12,13
Ljósið 12,99
Kvinnur
HF 14,50
Ljósið 13,70 |
Tíðindir >