Tíðindi‎ > ‎

Góð úrslit í Íslandi

indsendt 7. okt. 2012 02.50 af Ukendt bruger   [ opdateret 7. okt. 2012 03.07 ]
Nú kappingin er liðug, eru venjari og fimleikarar væl nøgdir. Støðið á kappingini var høgt, og var hon væl fyriskipað. Okkara fimleikarar kláraðu seg sera væl, serliga um hugsað verður um at tað er fyrstu ferð teir eru við til eina útlendska kapping. Tað rakk tó ikki til nakað finalupláss á hesum sinni, men Aron Jacobsen endaði sum fyrsti eykamaður á gólvinum, meðan Rani A. Dalsgarð endaði sum annar eykamaður í lopi yvir hest.
Landsliðsvenjarin Valeri Savin sigur, at hann er sera væl nøgdur við avrikið hjá okkara fimleikarum.
 
Við í ferðalagnum, eru eisini tveir dómarar úr Føroyum. Teir eru Eyvind A. Hansen og Heina í Dali. Teir báðir dømdu til kappingina í gjár, og skulu eisini døma til finalurnar í dag. FFS fegnast um, at hava dómarar úr Føroyum á so høgum støði.
 
 
Comments