Tíðindi‎ > ‎

HF vann aftur stórt.......

indsendt 11. mar. 2013 15.05 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 12. mar. 2013 01.59 ]
í aðru steypakapping í estetiskum fimleiki, men við tættari kapping frá Støkk.

Ein sera spennandi og tøtt kapping tað má sigast. Dómaratruppurin taldi 12 og tað gekk skjótt og væl at døma tey 27 liðini sum luttóku.    

Pinkurnar Flykran hjá Støkk struku aftur avstað við fyrsta plássinum við 12.0 stigum og bara 0,5 stig aftanfyri kom Ljósið,  sum bleiv nr. 2, meðan Tinker Bell hjá HF og Perlan hjá Støkk endaðu á einum deildum 3 plássi við 10,5 stigum. Flykran gjørdist sostatt eisini steypavinnarar. 

Hjá smágentum vóru tað aftur Svanirnir hjá HF, sum vunnu kappingina  við  1,25 stigum framman fyri Vípan hjá Støkk, sum bleiv bleiv nr. 2 men við sera tættari kapping frá Ljósinum bert 0,05 aftanfyri.  Samanlagt gjørdis Svananir steypavinnarar.

Hjá Gentum vann Snjóhvíta hjá HF við bert 0,1 stigum frammanfyri Svalan hjá Støkk sum gjørdist nr. 2.  Og nr. 3 gjørdust Soldátarnir hjá HF. Steypavinnarin gjørdist Snóhvíta hjá HF.

Kappingin hjá kvinnuunglingum var sama raðfylgja sum seinast. Confessions hjá HF vann stórt bæði í dag  og til fyrru steypakapping og gjørdist sostatt steypavinnarar, Macavity hjá HF bleiv nr. 2 og 1,15 stig framman fyri Ljósið sum bleiv nr. 3.

Hjá Kvinnunum bleiv HF eisini best við 14,25, men eisini her var kapping frá Støkk, Viljin hjá Støkk var bert  0,9 stig aftanfyri, nr. 3 gjørdist Ljósið við 11.25 stigum.  Og kvinnurinar hjá HF vunnu eisini steypið.

Fimleikasambandið ynskir steypavinnarunum hjartaliga tillukku.

Comments