Tíðindi‎ > ‎

HM á Hálsi: Størsta avbjóðingin hjá fimleikinum nakrantíð

indsendt 25. maj 2015 15.06 af Ukendt bruger   [ opdateret 25. maj 2015 15.49 ]


Í døgunum 5. til 7. juni fara 480 fimleikarar á 44 liðum úr 13 londum at kappast um HM-heitið í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi. Nýggj áskoðarapláss eru farnu vikurnar sett upp í høllini, og pláss verður fyri 1.130 áskoðarum.

Tilsamans koma fleiri enn 600 fólk til landið, og avbjóðingin at hýsa øllum fólkunum hevur verið stór. Men við vælvild og góðari samskipan millum fleiri partar eru loysnir funnar, og hvørt gistingarhús í Havn verður fullsett.

Á oyggjaleikunum í 1989 vóru 846 ítróttafólk við, og HM-kappingin á Hálsi er tí størsta ítróttatiltak í Føroyum síðan tá. Føroya Fimleikasamband hevur fyrireikað kappingina síðan 2012, og nú er mestsum alt komið undir land.

Altjóða sambandið fyri estetiskan fimleik kallast International Federation of Aesthetic Group Gymnastics, stytt IFAGG. Sambandið varð stovnað í 1985, og Føroyar fingu limaskap í IFAGG í 2005. Síðan tá hava Føroyar verið við í HM-kappingum.

Limaskapurin í IFAGG hevur verið eitt stórt framstig fyri estetiskan fimleik í Føroyum. Undan limaskapinum vóru bara FM-kappingar, og einastu altjóða avbjóðingarnar vóru ymsar framsýningar uttanlands, m.a. í Danmark.

Nú er alt øðrvísi. Londini, sum fara at kappast á Hálsi, verða Føroyar, Russland, Japan, Kina, Spania, Italia, Kanada, Estland, Danmark, Finland,  Bulgaria, Tjekkia og Eysturríki. Avbjóðingin verður tí stór, men Føroyar hava ofta staðið seg væl í HM.

Kappingar verða bæði fyri kvinnur og unglingar. Føroyar hava lið við í báðum bólkunum, og liðini, sum fara at umboða Føroyar, eru úr Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk. 23 kvinnulið og 21 unglingalið fara at kappast.

Føroya Fimleikasamband hevur hósdagin tíðindafund um fyrireikingarnar og skránna fyri HM-kappingina. FM í estetiskum fimleiki verður næsta vikuskifti á Hálsi. FM-kappingin verður royndarsýningin undan teirri stóru frumsýningini á heimspallinum.

Atgongumerkjasølan til HM-kappingina byrjar hósdagin.

Comments