Tíðindi‎ > ‎

HM í estetiskum fimleiki

indsendt 8. jun. 2016 10.30 af Katrin Abrahamsen
Longu eitt ár síðani Føroyar vóru vertir fyri heimsmeistaraskapinum. Tá ið vit hygga aftur, eru vit sera fegin yvir at alt gekk sum eftir ánni, og ikki minst, at vit alvorliga settu Føroyar á heimskortið, soleiðis sum afturmeldingarnar ljóðaðu frá íðkarunum o.ø sum luttóku. :o)
Nú er tað BRNO í Tjekkia, sum leggur seinasta hond á til heimsmeistaraskapið. Við úr Føroyum eru tær báðar Beinta Danielsen og Elna Johannesen, sum báðar hava lokið prógv sum høvuðsdómarar í altjóðakappingum, í dómarahøpinum til kappingina. Umframt tær, skulu føroyameistararnar á kvinnuliðinum luttakað.
FFS ynskir dómarunum, og ikki minst kvinnuliðnum BESTU EYDNU :o)
Comments