Niðanfyri eru broytingarnar til FM kappingarnar í amboðsfimleiki. FM fyri pinkur, gentur, piltar og smádreingir var áður sett til at vera 21. og 22. apríl. Vegna NM í amboðsfimleiki, ið verður í Danmark, verður FM fyri yngri flutt eina viku fram, til 14. og 15. apríl. Tvs at FM fyri teir yngru fimleikararnar, verður sama vikuskiftið sum B-kappingin. B-kappingin er fyrrapartin og FM yngri er seinnapartin. FM fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn var áður sett til at vera 26. og 27. maj. Men í hesum førum, vegna HM í estetiskum fimleiki og heilidag, verður FM fyri eldri, flutt eina viku fram. Tvs at FM fyri eldri, verður 19. og 20 mai. Viðvíkjandi FM-yngri og B-kappingini, skulu allar tilmeldingarnar sendast inn via mail. Hesar skula vera Fimleikasambandinum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 2. apríl. Tilmeldingarnar skula sendast til fimleikur@fimleikur.fo. |
Tíðindir >