Leygardagin
tann.18. og 20. mai 2013 verður FM kappingin, fyri eldru bólkarnar í
amboðsfimleiki. Føroyameistari skal finnast hjá kvinnuunglingum, kvinnum,
dreingjum, mansunglingum og monnum. Kappingarnar vera í Fimi og byrja verður
kl.14.00 báðar dagarnar.
Fyrra dagin
verður tað tann, sum er bestur í øllum amboðum samanlagt, sum vinnur, meðan
seks teir bestu íðkararnir, í hvørjum amboðið sær, sleppa víðari til seinna
dagin. Tann seinna dagin eru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar í FM-eldri í
hvørjum amboðið sær.
Skráin fyri einstaklingakappingina
18. mai er hendan:
Kl. 12.50 -
13.50 Felags upphiting fyri allar fimleikarar
Kl. 14.00
Einstaklingakapping
Skráin fyri amboðskappingina 20. mai
er hendan:
Kl.
12.50 - 13.50 Felags upphiting fyri fimleikarar, ið hava
kvalifiserað seg til amboðkappingina
Kl.
14.00
Amboðskapping
Feløgini sum eru til kappingina eru Fimleikafelagið
Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag og
Fimleikafelagið Støkk.
Kappast verður í øllum amboðunum. 4 amboð á
kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni. |