Liðkappingarnar
í amboðsfimleiki vera í vikuskiftinum, 16.& 17. november 2013 í FIMI
Bólkarnir í
kappast skula eru: pinkur B, pinkur, smágentur B, smágentur,
gentur B, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Piltar B, piltar, smádreingir B, smádreingir,
dreingir,mansunglingar og menn.
Kappast
verður í øllum amboðunum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni.
Skráin fyri liðkappingarnar
eru hesar:
Leygardagin
16. november:
Kl. 09.50 -
10.50 Felags upphiting fyri fimleikarar
til B-kapping. Pinkur B, piltar B, smágentur B, smádreingir B og Gentur B.
Kl 11.00 Liðkapping
fyri B-lið
Kl. 14.20 -
15.20 Felags upphiting fyri eldru
bólkarnar. Kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn.
Kl. 15.30 Liðkappingar
fyri eldru bólkarnar.
Sunnudagin 17. november:
Kl. 12.50 -
13.50 Felags upphiting fyri yngru
bólkarnar. Pinkur, smágentur, gentur, piltar og smádreingir.
Kl.14.00 Liðkappingar
fyri yngru bólkarnar.
__________
Fakta um
liðkapping: Føroya Meistaraskap fyri lið (FM). Bert eitt lið frá hvørjum felagi
kann melda til í yngru bólkunum, pinkur, piltar, smágentur og smádreingir.Tó er
tað so, at um bert eitt lið meldar til í einum bólki, so kann felagið melda 2
lið til. Fleiri lið kunnu melda til í eldru bólkunum. Tað kunnu max.vera 5
íðkarar á hvørjum liðið, 4 íðkarar í hvørjum amboði og telja 3 tey bestu við í
úrslitinum.