Tíðindi‎ > ‎

Landsliðið í amboðsfimleiki til NEC um vikuskiftið

indsendt 21. okt. 2016 01.24 af Harald Joensen   [ opdateret 21. okt. 2016 08.23 ]
Hóskvøldi fóru 9 av okkara bestu fimleikarum til Trondheim í Norra, at luttaka á Northern European Championships (NEC) í amboðsfimleiki.

Fimleikararnir eru: Elsbet Dalbø, Lív B. Àrting , Anita S. Davidsen, christina t. Arge, Aron Jacobsen, Rani A. Dalsgarð, Bogi Berg, Djóni Sakarisson og Christopher Klevang.

Venjari hjá dreinginum er Alek Ramezanpour og hjá gentinum Sara Khosravi.

Fimleikarar, sum luttaka á hesu kapping, eru millum teir heimsbestu og tí verður tað sera spennadi at vita hvussu føroysku fimleikaranir fara at klára seg til kappingina. Tað eru 41 dreingir og 43 gentir við til kappingina frá 9 ymiskum londum.

Kappingin verður leygardagin 22.okt og finalurnar vera sunnudagin 23.okt. Kappingin leygardagin er býtt upp í tríggjar partar frá kl.10.00 um morgunin til kl.19.00 um kvøldið og okkara fimleikarar byrja sína kapping kl.13.20 leygardagin.


Men tað eru ikki bert fimleikarar sum eru farnir við til kappingina, vit hava eisini dómarar við og tey eru: Anna Margit Thomsen, Elinborg T. Durhuus og Eyvind A. Hansen.

Og við frá Føroya Fimleikasamband eru Erla Mikkelsen, Ari Sakarisson og Harald Joensen. Hesu eru við sum ferðaleiðarar og hyggja hvussu kappingin gongur fyri seg, tí komandi ár verður hendan kappingin í Føroyum og er kappingin sett til at verða 21-22.oktober 2017.

Ferðaliðið er aftur í Føroyum mánadagin seinapartin.

Vit í FFS ynskja øllum íðkarum og dómarum góða eydnu til kappingina.

Comments