Tíðindi‎ > ‎

Landsliðið í amboðsfimleiki til NM í Íslandi

indsendt 5. maj 2016 17.32 af Harald Joensen

Í dag fríggjadagin 6.mai 2016 fara seks av okkara bestu amboðs fimleikarum á landliðnum til Íslandi, at luttaka til norðurlandska meistaraskapi í amboðsfimleiki fyri juniorar og seniorar.

Fimleikararnir eru:

Lív B Árting, Elsbet Dalbø og Marita Mortensen

Bogi Berg, Aron Jacobsen og Rani A. Dalsgarð.

Venjari hjá dreinginum er Alek Ramezanpour og hjá gentinum Sara Khosravi.

Fimleikarar, sum luttaka á hesu kapping, eru teir bestu fimleikarirnir úr norðurlondinum og tí verður tað sera spennadi at vita hvussu føroysku fimleikaranir fara at klára seg til kappingina. Kappingin hjá juniorinum og seniorinum verður leygardagin 7.mai kl.10.10 og kl.15.10 og finalurnar verða sunnudagin 8.mai kl.11.00.

Við í ferðalagnum eru eisini tríggir dómarar, ið skulu døma til kappingina.

Dómararnir eru: Pól Esper H. Hansen, Elinborg Tróndardóttir Durhuus og Anna Margit Thomsen

Og við frá Føroya Fimleikasambandi er Harald Joensen.

Vit í Føroya Fimleikasambandi fara at ynskja íðkarinum góða eydnu til kappingina.

Comments