Liðkappingarn Bólkarnir í kappast skula eru: pinkur B, pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Piltar B, piltar, smádreingir, dreingir, mansunglingar og menn. Kappast verður í øllum amboðunum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni. Fakta um liðkapping: Føroya Meistaraskap fyri lið (FM). Bert eitt lið frá hvørjum felagi kann melda til í yngru bólkunum, pinkur, piltar, smágentur og smádreingir.Tó er tað so, at um bert eitt lið meldar til í einum bólki, so kann felagið melda 2 lið til. Fleiri lið kunnu melda til í eldru bólkunum gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. dreingir,mansunglingar og menn. Tað kunnu max.vera 5 íðkarar á hvørjum liðið, 4 íðkarar í hvørjum amboði og telja 3 tey bestu við í úrslitinum. Skráin fyri liðkappingarnar eru hesar: Leygardagin 21. november: Kl. 09.10 – 09.55 Felags upphiting fyri fimleikarar til B-kapping. Pinkur B og piltar B. Kl 10.00 Liðkapping fyri B-lið
Kl. 12.10 - 12.55 Felags upphiting fyri yngru bólkarnar. Pinkur, smágentir, Piltar og smádreingir. Kl. 13.00 Liðkappingar fyri yngru bólkarnar.
Sunnudagin 22. november: Kl. 11.55 - 12.40 Felags upphiting fyri eldru bólkarnar. Kvinnuunglingar, Kvinnur, Dreingir, Mansungligar og Menn. Kl.12.45 Liðkappingar fyri eldru bólkarnar Kl. 15.10 - 15.55 Felags upphiting fyri Gentur. Kl.16.00 Liðkappingar fyri Gentur
(Hædd skal takast fyri, at broytingar kunnu koma í skránna.) |
Tíðindir >