Liðkappingarnar í amboðsfimleiki vera í vikuskiftinum, 22.& 23. november 2014 í Bylgjuni í Runavík. Bólkarnir í kappast skula eru: pinkur B, pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Piltar B, piltar, smádreingir, dreingir,mansunglingar og menn. Kappast verður í øllum amboðunum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni. Fakta um liðkapping: Føroya Meistaraskap fyri lið (FM). Bert eitt lið frá hvørjum felagi kann melda til í yngru bólkunum, pinkur, piltar, smágentur og smádreingir.Tó er tað so, at um bert eitt lið meldar til í einum bólki, so kann felagið melda 2 lið til. Fleiri lið kunnu melda til í eldru bólkunum gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. dreingir,mansunglingar og menn. Tað kunnu max.vera 5 íðkarar á hvørjum liðið, 4 íðkarar í hvørjum amboði og telja 3 tey bestu við í úrslitinum. Skráin fyri liðkappingarnar eru hesar: Leygardagin 22. november: Kl. 09.50 - 10.50 Felags upphiting fyri fimleikarar til B-kapping. Pinkur B og piltar B. Kl 11.00 Liðkapping fyri B-lið
Kl. 14.20 - 15.20 Felags upphiting fyri eldru bólkarnar. Gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn. Kl. 15.30 Liðkappingar fyri eldru bólkarnar.
Sunnudagin 23. november: Kl. 12.50 - 13.50 Felags upphiting fyri yngru bólkarnar. Pinkur, smágentur, piltar og smádreingir.
Kl.14.00 Liðkappingar fyri yngru bólkarnar |
Tíðindir: >