Tíðindi‎ > ‎

NEC kappingin

indsendt 24. okt. 2017 14.49 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 30. okt. 2017 11.09 ]
Christina T. Arge                                   

Eitt vikuskiftið við fantastiskum fimleiki er farið aftur um bak, og eftir sita vit við sera góðum upplivilsum og minnum. Kappingin var fyri fyrstu ferð í Føroyum, og ikki kann sigast annað enn at FFS er sera stólt av, at hetta kundi lata seg gera. Tit samskiparar eiga stóra tøkk fyri tykkara megnar arbeiði :o) til tykkum íðkarar og venjarar, vit eru so sera stólt av tykkum, sjálvt um tað ikki rakk til eitt finalupláss á hesum sinni, men so tætt uppá. "Øvelse gør mester", sigur orðatakið, tað sást aftur í høllini og tað frøast vit um. Tit koma sterk aftur til komandi NEC :o)
FFS vil her nýta høvið at takka tykkum ØLLUM, sum vóru við til at gera NEC 2017 i Føroyum, og ikki minst eitt tað besta NEC tiltakið, íðkarar og viðhaldsfólk hava upplivað. Hetta vóru farvæl heilsaninar frá gestunum:o)
Vit vóna at hetta tiltakið spreiðir áhugan, so fleiri verða við í amboðs fimleikinum. Vit hava venjarnar og hølini, KOMI VIÐ :o)


Comments