Tíðindi‎ > ‎

NM fyri U16 dreingir

indsendt 4. okt. 2012 09.54 af Ukendt bruger
U16 landsliðið skal á fyrsta sinni luttaka í norðurlendskum meistaraskapi, sum verður í Hafnafirði komandi  vikuskiftið.  

Kappingin verður ímillum Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Føroyar.  Spennandi er at vita hvussu kappingin verður, tí vit kenna ikki støðið.

Á U16 landsliðinum eru hesir, frá vinstru:  Aron Jacobsen, Djóni Sakarisson, Heini M. Samson og Rani A. Dalsgarð (Rani A. Dalsgarð vantar á myndini)

Allir frá Havnar Fimleikafelag.

Venjari er,  Valeri Savin.  

Dómarar verða Eyvind A. Hansen og Heini í Dali.

Við á ferðini verða eisini umboð frá Fimleikasambandinum.

Úrslitini verða at síggja á: http://nmu16.fbjork.is 

 myndir o.a.:       www.facebook.com/groups/nmu16.2012/
 
Føroya Fimleikasamband ynskir øllum góða eydnu!
 
Comments