Tíðindi‎ > ‎

NM í Íslandi - finalu úrslit

indsendt 10. maj 2016 14.39 af Elin Heðinsdóttir Joensen   [ opdateret 10. maj 2016 14.42 ]

Sera góð úrslit til finaluna hjá monninum í lop yvir hest.

Bogi Berg kom víðari til finaluna í lop yvir hest, meðan Rani Dalsgarð varð reserva til finaluna. Hetta merkir, at um ein bakkar út ella ikki luttekur til finaluna, sleppur Rani við til finaluna.

Vit vóru so heldig, at ein íslendingur ikki fekk gjørt til finaluna sunnudagin, og tí kom Rani Dalsgarð eisini víðari í lop yvir hest.

Úrslitini vóru sera sera góð, Bogi bleiv nr.4 bert 0,075 stig eftir nr.3 og 0,975 stig aftanfyri nr.1, hetta ein so sera lítil munur. Rani bleiv nr.6 1,1 stig eftir nr.5.

So vit kunnu verða stolt av hesum fantastisku úrslitinum hjá Rana og Boga


Vit í FFS ynskja teimun hjartaliga til lukku við hesum frálíku úrslitinum og ynskja eisini hinum íðkarinum, Lív, Elsbet, Maritu og Aron til lukku við teirra flottu úrslitum.

Mynd hjá Føroya Fimleikasamband
Comments