Tað var ein fantastiskur dagur hjá føroysku fimleikarunum á fyrsta oyggjaleikadegnum. Heili 9 heiðursmerkir, 3 gull, 3 silvur og 3 bronsuheiðursmerkir vunnu kvinnurnar og mennirnir. Mennirnir vunnu gull í liðkappingini og kvinnurnar vunnu bronsu. Aron Jacobsen vann gull í paralellbarr, silvur í rekk, silvur í beinsveiggj og bronsu á gólvinum. Djóni Sakarisson vann gull í lop yvir hest og silvur í ringunum. Hjálmar Allanson Dalsgarð vann bronsu í rekk. Umframt hetta fingu hinir íðkararnir sera góð úrslit til kappingarnar. Vit eru spent at fylgja teimum, og ynskja teimum góða eydnu í vikuni. Øll úrslitini síggjast her: http://islandgames2017results.com/sport.aspx?SportID=8 Hjartaliga tillukku og drív á :) |
Tíðindir >