Tíðindi‎ > ‎

Norðurlanska meistaraskapi í Finnlandi – Helsinki.

indsendt 21. maj 2015 07.49 af Harald Joensen
 

Ì dag fóru fýra av okkara bestu fimleikarum til Helsinki í Finnlandi, at luttaka til norðurlandska meistaraskapi í amboðsfimleiki fyri youth juniorar og juniorar.

Fimleikararnir eru:

Kristian Knudsen, Hjálmar A. Dalsgarð, Elsbet Dalbø og Marta Nielsen.

Venjari hjá dreinginum er Valery Savins og hjá gentinum Alida Savina.

Fimleikarar, sum luttaka á hesu kapping, eru góðir fimleikarir og tí verður tað sera spennadi at vita hvussu føroysku fimleikaranir fara at klára seg. Kappingin fyri dreingirnar verður fríggjadagin 22.mai og finalurnar leygardagin 23.mai, meðan kappingin hjá gentinum er leygardagin 23.mai og finalurnar sunnudagin 24.mai. Hjá dreinginum eru tað 27 luttakarir og hjá gentinum 29 luttakarir.

Men tað eru ikki bert fimleikarar sum eru farnir til Helsinki, vit hava eisini tveir dómarar við til kappingina

Dómarar eru: Pól Esper H. Hansen og Anna Margit Thomsen

Og við frá FFS er Harald Joensen

Comments