Tíðindi‎ > ‎

Norðurlanska meistaraskapi í Svøríki - Halmstad

indsendt 15. apr. 2014 12.37 af Harald Joensen   [ opdateret 16. apr. 2014 13.02 ]
Í morgun fóru 7 av okkara bestu fimleikarum til Halmstad í Svøríki at luttaka í norðurlendskum meistaraskapi í amboðsfimleiki.

Fimleikararnir eru:
Øssur D. Eiriksfoss, Bogi Berg, Aron Jacobsen, Rani Allansson Dalsgarð, Katrin Wardum, Anita S. Davidsen og Lív B. Àrting.

Venjari hjá dreinginum er Valery Savins og hjá gentinum Alida Savina.

Fimleikararnir, sum luttaka á hesu kapping, eru góðir fimleikarar og tí verður tað sera spennadi at vita, hvussu føroysku fimleikararnir fara at klára seg. Kappingin verður hósdagin og fríggjadagin tann.17 og 18. apríl.

Tað verður møguligt at fylgja við úrslitunum á hesari leikju: 
http://score.sporteventsystems.se/default.aspx

Tað eru ikki bert fimleikarar, sum eru farnir til Halmstad. Vit hava ikki færri enn tríggjar dómarar við til kappingina. 
Dómararnir eru: Pól Esper H. Hansen, Elinborg Tróndardóttir Durhuus og Anna Margit Thomsen
Og við frá FFS er Harald Joensen

Vit í FFS ynskja teimum góða eydnu við kappingini
Comments