Tveir dagar til HM í estetiskum fimleiki So eru niðurteljingin til HM í estetiskum fimleiki av álvara byrjað, og nú eru fyrstu liðini komin til landið. Tilsamans 44 lið úr 13 londum verða við í HM-kappingini, sum byrjar kl. 13.00 leygardagin í høllini á Hálsi og heldur fram kl. 14.00 sunnudagin. Atgongumerkir hava verið til sølu á fimleikur.fo og billetnet.dk farnu vikuna, og áhugin er sera stórur. Líkt er til, at útselt verður. Pláss er fyri 1.130 áskoðarum í høllini á Hálsi. Høllin varð roynd í sambandi við FM farna vikuskifti og riggaði sera væl. HM-kappingin í estetiskum fimleiki er størsta kappingin, sum eitt einstakt sersamband undir ÍSF hevur skipað fyri í Føroyum. Sum ítróttatiltak er kappingin næststørsta tiltakið eftir oyggjaleikirnar í 1989. Fyrireikingarnar hava verið drúgvar, men eru nú komnar undir land. |
Tíðindir >