Tíðindi‎ > ‎

Nýggir nevndarlimir.

indsendt 27. jan. 2012 08.26 af Katrin Abrahamsen
Ikki bleiv nakað stríðsval á aðalfundinum, sum var 24. januar. Forkvinnan Valborg Joensen og Malan Mikkelsen, ábyrgdari fyri amboð, høvdu báðar boða frá at tær ikki tóku við afturvali. Tað sá sera dapurt út at finna nýggj nevndarumboð, og onki uppskot var innkomið áðrenn fundin. Feløgini siga seg sjálvi hava stórar trupuleikar at fáa manna teirra egnu nevndir. Men tíbetur so lýsnaði :o). Elin Heðinsdóttir Joensen og ein av okkara kendastu fimleikarum, Rósing Dam blivu vald í nevndina. Elin Heðinsdóttir Joensen hevur áður verið forkvinna í FFS, og Rósing Dam er kendur fyri hansara mongu heiðursmerkir innan amboðs fimleikin, og sum dómari til kappingar. Vit ynskja teimum so hjartaliga tillukku við valinum, og gleða okkum til samarbeiðið.
Somuleiðis fara vit her, at takka Valborg Joensen og Maluna Mikkelsen fyri teirra megnar arbeiði fimleikinum at frama.:o)) 
 
Nevndin skipar seg á fyrsta fundi.  
 
Comments