Tíðindi‎ > ‎

Øssur, besti danskari í Moskva

indsendt 18. apr. 2013 09.37 af Ukendt bruger   [ opdateret 19. apr. 2013 01.31 ]

Danir hava í mong ár havt ein frontfigur á danska fimleikalandsliðnum, og tað er Helge Vammen. Orsaka av skaða var Helge ikki við, tá ið danska landsliðið bleiv mannað til EM í Moskva nú um dagarnar. Men okkara Øssur Debes Eiriksfoss, vísti við sera góðum úrsliti, at hann er eitt gott boð í hansara stað.

 

Øssur hevur seinasta árið vant í felagnum ”Gefion” í Keypmannahavn. Venjari hjá honum er Marian Rizan, ið eisini er landsliðsvenjari hjá Danmark.

 

Til EM í Moskva gjørdist Øssur nummar 20 í lopi yvir hest. EM er fyrsta stóra kappingin sum danir hava luttikið í síðani OL var í London í fjør. Men til hesa kappingina luttóku heili 159 íðkarar, frá 37 londum í Europa. Sum nevnt fekk Øssur eitt sera flott 20. pláss, og tað var við lopinum strekt tsukhara við dupultari skrúvu og yvirslag við dupultari salto.

 

Næstbesta danska úrslitið var frá Joachim Winther, ið bleiv nummar 43 í rekkini.

 

Við í danska ferðalagnum er eisini føroyingurin Heini í Dali, sum er dómari til kappingina í Moskva. Danir hava bert ein altjóða dómara, og tí bleiv boð sent eftir Heina. Heini er eisini ein tann mest royndi dómarin í danska ríkinum. Hann hevur drúgvar royndir, bæði frá kappingum í Danmark og frá altjóða kappingum.

 

Við hesum góðu úrslitum og avrikum, ber til at siga, at føroyingar eru farnir at gera vart við seg innan fimleik uttan fyri landoddarnar, og tað er bert at frøast um.

 

Vit í Føroya Fimleikasambandi ynskja Øssuri hjartaliga tillukku við flotta úrslitunum. Eisini  ynskja vit Heina góðan byr framyvir.
 

Comments