Um vikuskiftið vóru Øssur Debes Eiriksfoss og Elinborg Tróndardóttir Durhuus við í DM í amboðsfimleiki fyri lið. Og tað gekk teimum so væl, at bæði vunnu heiðursmerki. Øssur Debes Eiriksfoss var við liðnum Gefion úr Keypmannahavn, sum leygardagin fekk silvurheiðursmerki í "allround" kappingini. Í hesi somu kapping fekk liðið hjá Elinborg Tróndardottir Durhuus, VIK-Aarhus, bronsu. Sunnudagin fingu Elinborg og hennara liðfelagar eisini eitt silvurmerki, tá liðið bleiv nummar 2 í lopi um hest. Vit ynskja teimun hjartaliga til lukku :) |
Tíðindir >