Tíðindi‎ > ‎

Øssur til EM!

indsendt 18. mar. 2013 15.24 af Ukendt bruger   [ opdateret 18. mar. 2013 15.33 ]
Fyri løtu síðani, komu endaligu boðini frá Marian Rizan landsliðsvenjara í amboðsfimleiki, hjá danska landsliðnum um, at Øssur Debes Eiriksfoss er ein av teimum fimm íðkarunum, ið skulu luttaka fyri danska landsliðið, til EM í Moskva. EM er frá døgunum 17. til 21. apríl, í Russlandi í høvuðsstaðnum Moskva.
 
Um vikuskiftið vann Øssur sítt fyrsta danska meistaraheitið í lopi yvir hest. Øssur var klárur vinnari, og er hetta avgjørt ein stórur faktorur í endaligu avgerðini frá Rizan. At ein føroyskur fimleikari stóð á ovastu rók til DM, er ongantíð áður komið fyri.  
At Øssur hevur vunnið sær sæti til tað danska landsliðið er sera stórt fyri Føroyar. Eingin føroyingur hevur enn nátt so langt innan amboðsfimleik. Øssur er tískil fyrsti føroyingur nakrantíð, ið bæði stillar upp fyri danska landsliðið og sum skal luttaka til EM í amboðsfimleiki.
 
Hetta eru vit í Føroya Fimleikasamband sera fegin um og ynskja vit tískil Øssuri alla eydnu til kappingina í apríl.
Comments