Tíðindir:‎ > ‎

Pól Esper Hansen nýggjur landsliðsvenjari hjá dreingjum.

indsendt 30. mar. 2018 08.33 af Ari Sakarisson
Pól Esper Hansen er settur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá yngru dreingjunum.

Pól Esper hevur sjálvur íðka fimleik við Fimleikafelagnum Støkk, Gerpla (ISK) og Nakskov Gymnastikforening (DK), og hann bleiv FM vinnari í einstaklingarkapping í 2001, 2003 og 2005. Umframt tað hevur hann vunnið silvur og bronsu á oyggjaleikum í Guernsey og Isle of Man. 

Pól Esper hevur verið høvuðsvenjari hjá reiðskapsliðinum hjá dreingjum í Støkk síðani 2012, og hann bleiv kosin sum ársins venjari í 2013 og 2014. 

Í 2017 fekk Pól Esper Hansen prógv sum altjóða dómari (FIG MAG judge 2017-2020).

Vit vilja ynskja Pól Esper góða eydnu sum landsliðsvenjari. 
Comments