Tíðindi‎ > ‎

Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki.

indsendt 6. mar. 2012 14.09 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 6. mar. 2012 14.33 ]
Leygardagin
fegnast vit at møtast aftur, hesuferð í Ítróttarhøllini á Kambsdali við 25 liðum. 5 lið við pinkum, 7 lið við smágentum 6 lið við gentum, 3 lið við kvinnuunglingum og 4 lið við kvinnum.
Spennandi verður hvussu leikur fer fram, í flestu bólkum er so tætt ímillum liðini, øll hava vant nógv og fínpussa seriuna síðan fyrru kapping.
Venjingin byrjar kl. 09.30 til 11.35 
Kappingin byrjar kl. 13.00.  Eftir gentukappingina verður heiðursmerkja- og steypahandan og vit halda á uml. kl. 16. 00 við kappingini hjá kvinnuunglingum og kvinnum.
Steypið fáa liðini sum hava besta úrslit frá fyrru samanlagt við seinnu kapping.
Vit fara her at ynskja teimum góða eydnu við kappingini.
Kostn. fyri vaksin 100 kr. og børn 20 kr.  
Comments