Tíðindir‎ > ‎

Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki

indsendt 12. mar. 2018 13.48 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 12. mar. 2018 14.58 ]
Seinna steypakappingin var í ítróttarhøllini í Runavík í gjár 11. mars, hon gekk bæði skjótt og gott, nógv fólk var til báðar kappingarnar.  Øll trí feløgini vunnu gull. Hjá pinkun vann Svalan hjá Støkk, hjá smágentum vann Viólin eisini frá Støkk, hjá gentunum vann Lyra frá Ljósinum, hjá kvinnuunglingunum vann Eina frá HF og hjá kvinnunum vann Hydra frá Ljósinum. Hesi lið vunnu steyp: pinkur Svalan frá Støkk, smágentur Fenja frá HF, gentur Lyra hjá Ljósinum, kvinnuunglingar Eina frá HF og kvinnur Hydra frá Ljósinum. 
 
Fimleikasambandið ynskir tykkum øllum hjartaliga tillukku, og takkar fyri eina sera góða framførðslu. 

Felags myndirnar liggja her; og fleiri koma seinri. : https://faroegym.smugmug.com

Sí úrslitini: 
Ĉ
Katrin Abrahamsen,
12. mar. 2018 13.48
Comments