Tíðindir:‎ > ‎

Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki

indsendt 7. mar. 2018 13.49 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 11. mar. 2018 04.39 af Gunn R. Joensen ]
Sunnudagin kl. 13.00 verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini í Runavík 19 lið luttakað. Hesir bólkar kappast fyrst: 5 lið við pinkum og 5 lið við smágentum, so verður heiðursmerkja- og steypahandan fyri bólkarnar, og ein steðgur til 15.30. Tá heldur kappingin fram við hesum bólkum: 4 lið við gentum 3 lið við kvinnuunglingum og 2 lið við kvinnum, síðani heiðursmerkja- og steypahandan. Feløgini sum luttaka eru, Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag. 
Dómarar til kappingina verða hesir: Lea Kriibi frá Estlandi, Leena M. Starck og Joanna Mãkelã frá Finlandi, Anetta Hjermetslev Pedersen frá Danmark, Beinta Danielsen, Elna Johannesen, Arnfríð Poulsen Eva M. Holm og Óluva Maria Højgaard. Umframt verða nýggir royndardómarar. 

Kappingin verður víst beinleiðis á heimasíðuni hjá KVF.


Kostnaðurin er fyri vaksin frá 14 ár, 100 kr. og fyri børn frá 7 ár, 20 kr.  Eisini verður møguleiki at gjalda við korti. 

Comments