Tíðindi‎ > ‎

Seks lið umboða Føroyar í HM í estetiskum fimleiki

indsendt 28. maj 2015 06.34 af Ukendt bruger

Leygardagin 6. juni kl. 13.00 byrjar fyrsta HM-kappingin í fimleiki nakrantíð í Føroyum í høllini á Hálsi. Tvey kvinnulið og fýra unglingalið úr Føroyum fara at kappast við lið úr 12 øðrum londum, og avgerðina um, hvør skal vinna, taka 30 dómarar úr ymsu londunum. Føroyar miða eftir at koma í finaluumfarið, ið verður sunnudagin 7. juni kl. 14.00.

Føroyar fingu limaskap í altjóða sambandinum fyri estetiskan fimleik, IFAGG, í 2005, tá føroyskir fimleikarar á fyrsta sinni vóru við í HM. Nú 10 ár seinni kann estetiski fimleikurin í Føroyum fegnast um stóra framgongd, og avbjóðingin at hýsa sjálvari HM-kappingini er tann størsta, sum Føroya Fimleikasamband hevur tikið upp á seg.

Skráin fyri kappingina

Teir um 600 gestirnir koma til Føroya hósdagin 4. juni og fríggjadagin 5. juni. Av teimum eru 480 fimleikarar. Kl. 20.30 hóskvøldið 4. juni bjóðar Føroya Fimleikasamband umboðum fyri luttakandi londini á kunnandi fund um kappingardagarnar í Müllers Pakkhúsi, har lutakast eisini verður í sambandi við kappingina.

Kl. 12.00 fríggjadagin 5. juni hevur IFAGG aðalfund á Hotel Føroyum. 60 fólk umboðandi tey 13 londini í kappingini og trý lond aftrat verða við. Luttakandi londini í kappingini verða Føroyar, Russland, Japan, Kina, Spania, Italia, Kanada, Estland, Danmark, Finland, Bulgaria, Tjekkia og Eysturríki. Ukraina, Meksiko, Hvítarussland, Týskland, Frakland og Grikkaland koma bara á fund.

Fyrireikingar í trý ár

Fyrireikingarnar til kappingina hava tikið trý ár. Føroya Fimleikasamband søkti um at fáa HM-kappingina longu í 2010, men tá eydnaðist tað ikki. Á aðalfundi hjá IFAGG í Spania í 2012 varð so samtykt, at kappingin skuldi verða í Føroyum í 2015. Síðan hevur fyrireikingarnevndin arbeitt við at fáa fíggjarliga, ítróttaliga og praktiska partin upp á pláss.

Innivist er fingið til allar teir mongu gestirnar í Havn. Teir fara at búgva á Hotel Føroyum, Hotel Hafnia, Hotel Tórshavn, Hotel Streymi, Hotel Havn, í Kerjalon, Bládýpinum, Skúlaheiminum í Marknagili, Føroya Fólkaháskúla og í Odd Fellow-húsinum á Grønlandsvegnum. Dansifrøi verður karmur um máltíðirnar hjá fimleikarunum.

Búmerki og stuðlar

Nýtt búmerki er gjørt til kappingina, sum ímyndar ein fimleikara og Føroyar í bakgrundini. Eyð Strøm hevur sniðgivið. Heiðursmerkini og steypini verða úr glasi og eru sniðgivin eftir búmerkinum.  Mikkalina Norðberg stendur fyri framleiðsluni. Búmerkið er myrkablátt, og høllin á Hálsi er eisini vorðin mykablá innan. Har er nú pláss fyri 1.130 áskoðarum.

Høvuðsstuðlar í sambandi við kappingina eru Føroya Løgting, Mentamálaráðið, Tórshavnar kommuna og Bakkafrost. Aðrir stuðlar eru Tryggingarfelagið Føroyar, Eik, Trygd, BankNordik, Poul Michelsen, Damfar, FaroeWater, MBM og Eikin. Kappingin endar við móttøku og døgurða fyri umboðum úr ymsu londunum í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 7. juni kl. 19.00.

Atgongumerkir til kappingina fáast á www.billetnet.dk frá kl. 20.00 hósdagin 28. mai. Leinki er til atgongumerkjasøluna á www.fimleikur.fo.

 

Stutt um HM-kappingina

·        480 fimleikarar úr 13 londum fara at kappast á 44 liðum

·        23 lið kappast fyri kvinnur og 21 lið fyri unglingar

·        Seks lið úr Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk umboða Føroyar

·        Øll liðini hita upp í Fimi undan framførslunum í høllini á Hálsi

·        24 dómarar og seks høvuðsdómarar avgera kappingarnar

·        Dómarar umboðandi Føroyar verða Beinta Danielsen og Elna Johannesen

·        Tórshavnar kommuna hevur staðið fyri at byggja nýggj áskoðarapláss á Hálsi

Comments