Kvinnuliðið Hulda hjá Havnar Fimleikafelag stóð seg sera væl í world cup kappingini í Bulgaria í dag. Framførslan gekk væl, og endaðu tær á einum flottum 8.plássi í finaluni! Afturmeldingarnar hava verið framúr góðar, og hava tær fingið rós fyri seriuna, draktina og ikki minst fyri eitt stórt framstig í føroyskum fimleiki! Fantastiskt :o))))) Hetta er just tað vit hava bíða eftir, tað eru 10 ár síðani vit luttøku til fyrstu kapping í estetiskum fimleiki, og eru vit sera stólt av tykkara avriki. FFS ynskir tykkum hjartaliga tillukku :o) |
Tíðindir >