Tíðindi‎ > ‎

1.steypakapping í amboðsfimleiki

indsendt 18. jan. 2017 02.56 af Harald Joensen   [ opdateret 3. feb. 2017 12.46 ]


1.steypakapping í amboðsfimleiki verður um vikuskifti 4 & 5.februar í Bylgjuni í Runavík.

Til kappingina koma pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, piltar, smádreingir, dreingir, mansunglingar og menn at kappast.

Amboðini í kappast verður í til 1.steypakapping eru:

Kvinnusíðan: Forskotin barra og lop

Mannfólkasíðan: Gólv, P.barr og Rekk


Skráin fyri kappingina er hendan:

Leygardagin 4.februar 2017:

Kl.10.00 – 1.steypakapping fyri Pinkur og piltar

Kl.14.30 – 1.steypakapping fyri smágentr, gentir og smádreingir

Sunnudagin 5.februar 2017:

Kl.13.00 – 1.steypakapping fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn

 

Til kappingina eru íðkarar úr Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk:

 

40 íðkarir hjá pinkum

11 íðkarar hjá piltum

19 íðkarir hjá smágentum

15 íðkarir hjá smádreingjum

10 íðkarir hjá gentum

7 íðkarir hjá dreingjum

7 íðkarir hjá kvinnuunglingum

5 íðkarir hjá mansunglingum

3 íðkarir hjá kvinnum

3 íðkarir hjá monum


2.steypakapping í amboðsfimleiki verður 25-26.februar 2017 í Fimi í Havn

 

 

Comments