Tíðindi‎ > ‎

Steypakappingin við pinkum og smágentum.

indsendt 16. jan. 2011 12.30 af Katrin Abrahamsen
 
Var kappingin í gjár spennandi, var kappingin í dag ikki minni spennandi. Høllin á Kambsdali hevur verið væl vitja hetta vikuskiftið og kappingin gekk sum eftir ánni. Hjá pinkunum var tað Støkk sum vann, Ljósið bleiv nr. 2 og HF a nr. 3 og HF b nr. 4. Kappingin var tættast ímillum Ljósið og HFa.
Hjá smágentunum vann HFa við tættari kapping við Støkk sum bleiv nr. 2. Síðani var eitt dukk niður til nr. 3,4,5 og 6 sum vóru sera sera jøvn.
Spennandi verður hvussu leikur fer fram til komandi kapping. Men fyrst fáa tey ummælið frá dómarunum, sum tey skulu brúka fyri at betra seg.
Framsýningarlið vórðu frá kappingini í gjár, so tey sum sóu kappingina í dag fyngu nógv fyri pengarnar.
Tað gekk gott hjá teimum 9 dómarunum eisini í dag.
 
Úrslit:
Pinkur.
Støkk         12.00
Ljósið         11,16
HFa           11,10
HFb             8,70
 
Smágentur
HFa            13,57
Støkk a       13,43
Støkk b        9,83
HFb             9,57
Flog             9,21
Ljósið           9,17
 
Comments