Tíðindi‎ > ‎

Steypini fóru øll til Havnar Fimleikafelag

indsendt 11. mar. 2012 05.21 af Katrin Abrahamsen   [ opdateret 11. mar. 2012 08.52 ]
Tað eydnaðist ikki  at taka fyrsta plássið frá HF í øllum bólkum, Støkk bleiv nr. 2 og Ljósið bleiv nr. 3 . Tó var kappingin serliga hørð um anna plássið hjá unglinum,  Støkk vann við bert 0,05 á Ljósinum.  Í ùrslitinum sæst,  at tað enn eru marginalar, sum annars skilja liðini.    
Kappingin gekk væl, har 25 lið luttóku, og tað var eitt satt upplivilsi at síggja framførslurnar. Fyrst kappaðust pinkur,  smágentur og gentur, so var heiðursmerkja handanin, og siðani bleiv hildið á fram við kappingini fyri kvinnuunglingum og kvinnum.  Nógvir áskoðarar vóru , og til alla lukku batnaði veðrið munandi til dagin. Fimleikafelagið Flog sum var vertur,  hevði gjørt nógv burtur úr blíðskapinum við kaffisølu, smyrjubreyði,  heimabakaðum og øðrum søtum undir tonnina. Nú er bert FM, sum verður í apríl og mai at kappast um eftir í ár.
Sí undir estetiskur fimleikur, úrslit, eftir dómaraúrslitunum.
Comments