Tíðindir‎ > ‎

Stórur heiður frá Visit Faroe Islands

indsendt 9. mar. 2018 02.38 af Gunn R. Joensen
Stórur heiður frá Visit Faroe Islands

Katrin Abrahamsen, forkvinna í Føroya Fimleikasamband, er ambassadør fyri Visit Faroe Islands. 

Í hesum sambandi hevur Fimleikasambandið vunnið heiðurin, ársins ambassadørátak 2018, fyri NEC (Northen European Championship) kappingina, sum var hildin í okt. 2017.

Erla Mikkelsen, sum fyriskipaði NEC saman við Haraldi Joensen, tók ímóti heiðrinum og hon verður gestir í Góðan morgun Føroyar fríggjadagin 23.feb kl.09.10.

Hjartaliga tillukku til tykkum, sum vóru við at gera NEC til ársins ambassadørátak. Og til tykkum, sum hava lagt tykkara orku, dygd og tíð í fimleikaátøkini gjøgnum árini.

Hvat er ein ambassadør?

Visit Faroe Islands miðjar ímóti at skapa eitt netverk við eldhugaðum og motiverandi ambassadørum, sum marknaðarføra Føroyar sum eitt stað at halda altjóða fundir, ráðstevnur, tiltøk og incentivetúrar.

Ambassadør of the Faroe Islands er heitið fyri tey, sum hava lovað at arbeiða fyri at fáa eina altjóða ráðstevnu ella fund til Føroya. Ambassadørurin er stoltur av Føroyum, her teir búgva og arbeiða.

Hvat ger ein Ambassadør?

Ambassadørurin eggjar sínum virki ella felagi til at halda fundir og ráðstevnur í Føroyum, men eisini letur ambassadørurin hurðar upp fyri Visit Faroe Islands úti í heimi, so vit til dømis sleppa inn í altjóða feløg at bjóða okkum fram. Ambassadørurin deilir eisini sína vitan og royndir við aðrar Ambassdørar, og er við til at útbyggja netverkið og birtir uppundir jaliga umrøðu av øðrum profilum í netverkinum.

Kelda: www.visitfaroeislands.com

Ársins ambassadør gjørdist Shahin Gaini, Landssjúkrahúsið, sum fyriskipaði NSCMID ráðstevnuna sum var hildin í Norðurlandahúsinum í heyst, har upp ímóti 400 altjóða læknar luttóku.
Vit ynskja honum tillukku.


Comments