Góðu fimleikavinir! Føroya Fimleikasamband skipar hósdagin 28. mai kl. 10.00 fyri kunnandi fundi í høllini á Hálsi í sambandi við HM-kappingina í estetiskum fimleiki 6. og 7. juni. Greitt verður frá fyrireikingunum og skránni, og møguligt verður at síggja nýuppsettu áskoðaraplássini í høllini, har pláss nú er fyri 1.130 áskoðarum. Við á fundinum verða Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í Føroya Fimaleikasambandi, Katrin Abrahamsen, forkvinna í fyrireikingarnevndini, og fimleikarar, sum verða við í HM-kappingini. Fjølmiðlarnir eru eisini bodnir við á fundin. Framløgan verður á stórskíggja mitt í høllini. Kunnu tit lata okkum frætta beinanvegin, um tað liggur fyri hjá tykkum at koma? Vit svara fegin, um onkur ivamál annars eru. vinarlig heilsan Elin Heðinsdóttir Joensen forkvinna, Føroya Fimleikasamband |
Tíðindir >