Tíðindi‎ > ‎

Til dómarar og komandi dómarar í mannsfimleiki

indsendt 7. nov. 2010 15.39 af Óluva Zachariassen   [ opdateret 16. nov. 2010 15.11 ]
Tað hevur leingið verið tørvur á fleiri dómarum í reiðskapsfimleiki hjá monnum, og tað kunna vit nú gera nakað við. Fýra føroyskir dómarar hava tikið dómaraskeið og lokið krav til Nationala Dómaraheitið. Hetta merkir, at dómararnir hava lært at døma bæði D-virði (difficulty ella torleiki) og E-virði (evaluation ella framførslumeting) í kappingum innanlanda.

Tað er sjálvandi ætlanin, at alt fleiri dómarar verða útbúgvnir, og at summir teirra gerast altjóða dómarar. Fyri at hetta ber til er alneyðugt, at so nógvir dómarar sum gjørligt døma til hvørja kapping, og tað er her, at tú kanst gera mun. Við at døma saman við útbúgvnu dómarunum, bæði stuðlar tú fimleikarunum, kappingunum og dómaraarbeiðinum og eisini tær sjálvum, ið at gerast betri dómari. 

Áðrenn hvørja kapping verður farið gjøgnum reglugerðina og roynt verður at døma fimleikarar á video og tikið verður samanum. Í sjálvari kappingini fært tú í fyrstu atløgu høvi at døma E-virði. Her verður einans hugt eftir framførsluni og mett verður hvussu væl fimleikarin ger fimleikin. Hetta verður oftast hugsað sum lættari parturin av dømingini, tí tú skalt ikki meta byrjanarvirðið á fimleikinum, ið verður gjørdur. Tó er tað ein sera týdningarmikil partur av dømingini. 

Tað er ætlanin at skipa dømingina soleiðis, at har altíð verða tveir útbúgvnir dómarar til staðar, soleiðis at annar dømir D-virði einsamallur, meðan hin dømir yvirdómari í E-virðinum og hevur aðrar dómarar afturat sær. Soleiðis fellur minni ábyrgd á teg sum dómara, og tú fært betri møguleika at menna teg, uttan at har verður ov stórt trýst á.

Tá ið tú hevur dømt fleiri kappingar og hevur betri innlit í skipanini, eru góðir møguleikar at fara á skeið og fáa prógv sum nationalur dómari. Tað er sjálvandi vónin, at tú hevur hug til hetta, men sjálvt um so ikki er, so er tað stór hjálp, um tú kanst døma saman við útbúgvnu dómarunum til kappingar í Føroyum.

Kravið er at tú hevur hug at royna teg og at tú hevur eitt ávíst innlit í hvussu skipanin riggar. Tú fært nærri at vita um galdandi skipan frá Fimleikasambandinum og fert at læra meira við at døma og samskifta við aðrar dómarar.


Vit gleða okkum til at tú dømir til næstu kapping.

FFS