Tíðindi‎ > ‎

Úrslit frá 1. steypakapping í estestikum fimleiki 16 januar 2016 í Skúlanum á Argjahamri

indsendt 17. jan. 2016 04.16 af Elin Heðinsdóttir Joensen   [ opdateret 17. jan. 2016 11.19 ]
So var fyrsta kappingin av :- ) Hetta var fyrstu ferð, vit vóru í Skúlanum á Argjahamri, og tað riggaði avbera væl. 
Hetta var ein spennandi kapping, kanska serliga tí at ógvuliga tætt var millum fleiri av liðunum, og tí at vit sóu nýggj feløg sum vinnarar :-)
Eitt megnar arbeiði er lagt í tann estetiska fimleikin úti í øllum feløgunum, og tað sæst aftur.
Ein fragd fyri eygað, og eitt upplivilsi at vera ein partur av kappingini á Argjahamri millum hesi praktfullu, dugnaligu og positivu børn, ung, venjarar/samskiparar og dómarar. 
Í dómara hópinum er ein framgongd, har vóru ikki færri enn 4 hjálpardómarir :-)
Og so ikki at gloyma, at Beinta Danielsen og Elna Johannesen eru blivnar altjóða dómarar á hægsta stigi, og kunnu tær nú sita sum høvuðsdomarar til altjóða kappingar. 
FFS er sera stólt av teimum :-)
Túsund takk fyri øll somul:-)

Leinkja til myndir:
https://faroegym.smugmug.com/2016/Steypakapping-%C3%A1-Argjahamri/
Ĉ
Elin Heðinsdóttir Joensen,
17. jan. 2016 04.16
Comments