Tíðindi‎ > ‎

Úrslit frá 1. steypakappingini í amboðsfimleiki

indsendt 9. feb. 2013 14.31 af Ukendt bruger
Eftir ein sera góðan dag í FIMI, var fyrsta steypakapping í amboðsfimleiki í ár komin aftur um bak. Nógv fólk leitaðu sær oman í Gundadal til kappingina. Høllin var fullsett, tá ið teir yngru bólkarnir gentur og smádreingir fóru í songd við kappingina. Kappingin gekk sera skjótt og væl. Kl 13 byrjaði so kappingin fyri eldru bólkarnir. Hendan kappingin gekk eisini sera væl og skjótt. Serliga kunnu vit í Føroya Fimleikasamband, saman við øllum øðrum rundan um kappingina, serliga frøðast um at Klaksvíkar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Flog luttóku til steypakappingina. Har afturat, vóru luttakarar frá Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Støkk og Havnar Fimleikafelag. Alt í alt, heili 72 íðkarar, vóru til árligu fyrstu steypakapping í amboðsfimleiki.
Niðanfyri eru so úrslitini at heinta.
 
Myndir frá kappingini, vera lagdar út á heimasíðuna undir Myndir, eina av komandi døgum. 
Ĉ
Ukendt bruger,
9. feb. 2013 14.31
Comments