Tíðindi‎ > ‎

Úrslitini frá 2. steypakapping í Estetiskum Fimleiki

indsendt 7. mar. 2016 15.50 af Elin Heðinsdóttir Joensen   [ opdateret 8. mar. 2016 10.51 ]
Sunnudagin 6. mars var seinra steypakapping í Estetiskum Fimleiki í Ítróttarhøllini í Runavík.
Fimleikafelagið Støkk hevði pyntað høllini.
Kappingin gekk gott, og var sera spennandi. Fleiri av liðinum høvdu ment seg, og hjá nøkrum liðum vóru broytingar í úrslitinum síðan 1. steypakapping.
Fimleikafelagið Støkk fekk gull hjá pinkum og gentum og Fimleikafelagið Ljósið fekk gull hjá smágentum og unglingum.
Gull fór til kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag, sum er einasta kvinnuliðið og hava tær tí ongan at kappast við. Men tað sást ikki, tá tær komu á gólvi og framførdu í nýggjum flottum draktir.
 
Takk tit øll fyri eina góða kapping, síggjast aftur til undankappingina 14 mai og FM 16 mai :-)

og á okkara facebook síðu
Ĉ
Elin Heðinsdóttir Joensen,
7. mar. 2016 15.50
Comments